Nýggjársaftan: Fyri tey, sum ætla sær at brenna bál ella seta brennandi blikk upp nærhendis landsvegi nýggjársaftan, er neyðugt at søkja um loyvi frá Landsverki í seinasta lagi á middegi mikudagin 23. desember
Treytirnar fyri at fáa loyvi til at brenna bál eru hesar:
- fyrst og fremst má veðrið má verða til vildar, og bálbrenningin skal verða gjørd við skynsemi. Til dømis má ættin ikki gera so, at neistar og annað koma inn yvir vegin
- bál skulu vera í minsta lagi 50 metrar frá landsvegnum
- blikk skulu verða so langt vekk frá koyribreytini sum til ber og í minsta lagi 1 metur frá kantinum á koyribreytini
- blikkini skulu vera sett trygt, so tey ikki koppa. Harafturat má tryggjast, at brennievni ikki rennur úr blikkunum
- vegaøkið skal verða ruddað skjótast gjørligt dagin eftir
- ábyrgdarpersónur – við navni og telefonnummari – skal vera uppskrivaður hjá Landsverki
- umframt hetta skulu øll onnur loyvi vera í lagi. Til dømis fráboðanir til mynduleikar, sløkkilið og onnur viðkomandi
- virksemi í samband við bálið má ikki tarna ferðsluni á landsvegnum ella vera til ampa fyri parkeraði akfør
Hesar treytir eru settar, soleiðis at ferðslan og ferðslutrygdin á landsvegunum ikki hevur ampa av nýggjárshaldinum.
Umsøknir um loyvi skulu sendast til lv@lv.fo ella við at ringja á tlf. 340800.
Landsverk