14-01-2009
Nýggjan klimaskerm á Landssjúkrahúsinum
LISITATIÓN: Átta feløg hava boðið seg fram at gera nýggjan klimaskerm á Landssjúkrahúsinum. Landsverk fer nú at taka støðu til boðini.

gjár, 13 januar, var lisitatión um at gera nýggjan klimaskerm á Landsjúkrahúsinum. Hetta gekk fyri seg á Landsverki. Inn eru komin átta boð.

Arbeiðið umfatar endurnýggjan av útsíðum og tekju á høvuðsbygninginum ( B-bygninginum).

Útsíðurnar skulu bjálvast við skúmglasbjálving. Nýggj klæðing skal uppsetast á stálgrind og øll vindeygu og hurðapartí skulu skiftast. Kjallaraveggir skulu eisini bjálvast og pussast. Takkonstruktión og takpapp skulu útskiftast til takdúk.

Tilsamans er talan um einar 3.350 m2 av útveggjum, og 1.150 m2 av tekju.

Tilboðini, sum komu inn vóru:

Ehf Al-Verk                     31.930.368
Sp/f Arbor                       48.830.992,02
P/F Articon                     34.427.729
ÍSTAK                              30.593.081
P/F J&K Petersen        38.223.702, 85
Sp/f Norðhús                38.000.000
Sp/f Viking Smíð           33.339.275,66
TG Verk                          27.135.869

Úrslit: