15-07-2004
Nýggja parkeringsøkið við Vága Floghavn liðugt

Tað hevur leingi verið frammi, at ov fá parkeringspláss eru við Vága Floghavn í mun til tørvin um summarið, og annars, tá ið flogferðslan er mest. Fyri at bøta um bráðfeingis tørvin, fekk Landsverk eina játtan til at víðka um parkeringsøkið, og er hetta arbeiðið nú gjørt.

Langtíðar parkeringsøkið
Sum eina roynd lat Landsverk í 2003 langtíðar parkeringsøkið við Vága Floghavn til Vága Vaktarhald at reka í eitt hálvt ár. Á langtíðar parkeringsøkinum er, ímóti gjaldi á staðnum, loyvt at parkera í eitt longri ella styttri tíðarskeið. Nú er hetta økið víðkað við 64 plássum afturat. Royndarsáttmálin við Vága Vaktarhald var longdur 7. januar 2004 við einum hálvum ári og er nú aftur longdur fram til 31. desember 2004.

Parkering við komuhøllina
Í juli 2003 vóru broytingar eisini framdar fyri stutttíðar parkering framman fyri komuhøllini við Vága Floghavn. Har tað áður var loyvt at parkera í 24 tímar, var hetta broytt til 2 tímar. Hetta parkeringsøkið er nú eisini víðkað við 28 plássum.

Tað nýggja parkeringsøkið er 2.500 fermetrar og verður í dag, hósdag 15. juli 2004, tikið alment í nýtslu.

Úrslit: