15-12-2009
Nýggj veðurstøð á Gjáarskarði
VEÐURSTØÐIR: Landsverk hevur sett upp nýggja veðurstøð á Gjáarskarði. Hetta er liður í arbeiðinum at fáa eina sjálvvirkandi fráboðan um koyrilíkindir, vind og hálku

Nýggja veðurstøðin á Gjáarskarði er útgjørd við somu mátitólum, sum hinar veðurstøðirnar hjá Landsverki kring landið, t.e. við hitamátara í luft og vegi, við tóli, ið mátar avfall og vindmátara. Umframt hetta hevur støðin 2 vevmyndatól, ið vísa umstøðurnar, tá ið tað er ljóst.

Upplýsingar frá veðurstøðini á Gjáarskarði síggjast á heimasíðuni her, og kunnu somuleiðis heintast inn á fartelefonina umvegis wap-tænastuna hjá Landsverki. Tú skrivar bara www.lv.fo/m/ og fær síðan eitt samlað yvirlit yvir veðrið beinleiðis inn á fartelefonina frá teimum ymisku veðurstøðunum hjá Landsverki.

Landsverk hevur nú samanlagt 22 veðurstøðir kring landið. Í næstum verður ein veðurstøð afturat sett upp á Oyndarfjarðarvegnum.

Vilt tú vita meira um hetta evnið, kanst tú venda tær til Ewald Kjølbro, leiðara á havnadeildini, á tlf. 540 861.

Úrslit: