04-07-2022
Nýggj skipan fyri buss- og bilaferðslu í Tjørnuvík
Tjørnuvík er ein av mest vitjaðu bygdunum í landinum og um summarið leita nógv fólk, føroyingar og útlendingar, til Tjørnuvíkar at njóta vakra umhvørvið. Til tess at tryggja, at nógva bilaferðslan á hásumri ikki er til ampa fyri bygdarfólkið og ikki er ein forðing fyri at neyðsendarakfør sleppa fram, er neyðugt at seta í verk tiltøk, ið skipa ferðsluviðurskiftini í bygdini betri.
Sunda kommuna, Visit Faroe Islands og Landsverk hava í eitt longri tíðarskeið umrøtt, hvat kann gerast fyri at gera liviumstøðurnar hjá borgarum og vitjandi í Tjørnuvík betri, og hava ymiskar loysnir verið umrøddar við m.a. borgarar í Tjørnuvík og aktørar innan ferðavinnuna. Somuleiðis er frágreiðing við ítøkiligum tilmælum til átøk framleidd og eru tað partar av hesum tilmælum, ið nú verða sett í verk.

Talan er um eina royndarskipan, ið verður sett í verk 6. juli og verður virkin summarið 2022. Átøkini verða síðani eftirmett, og tá verður avgerð tikin um, hvussu ferðafólkaferðslan eigur at skipast framyvir. Somuleiðis verða royndirnar frá hesi skipan brúktar til, at meta um slík skipan kann setast í verk aðrastaðni í landinum.

Átøkini sum verða sett í verk í komandi viku eru hesi:

  1. Landsverk setur ferðsluljós upp í Líðini oman móti Tjørnuvík, so ferðslan glíður betri og tað slepst undan mótkoyrandi ferðslu á hesum smala strekki.
  2. Bygdin verður stongd fyri óviðkomandi ferðslu, og øll vitjandi skulu parkera uttanfyri bygdina, antin á parkeringplássinum beint við bygdina, ella á parkeringsøkinum norðanfyri Haldórsvík.
  3. Sensorar eru lagdir í parkeringsplássini í Tjørnuvík og kunningarskelti verður sett upp í Haldórsvík, ið vísir, um tøk p-pláss eru í Tjørnuvík.
  4. Stórt parkeringpláss er gjørt norðanfyri Haldórsvík og hiðani koyrir shuttle bussur til Tjørnuvíkar eftir eini sonevndari park and ride skipan. Shuttle bussurin koyrir hvønn dag, tríggjar ferðir um tíman í tíðarskeiðnum 10 – 17. Í royndartíðarskeiðnum, juli og august 2022, er shuttle bussurin ókeypis at brúka.
  5. Bussar hava ikki loyvi at parkera í Tjørnuvík. Ferðafólkabussar kunnu tó koyra til Tjørnuvíkar, seta fólk av, og síðan koyra til parkeringsøkið norðanfyri Haldórsvík at bíða til fólkini skulu heintast aftur. Teir hava eisini møguleika at parkera í Haldórsvík og umskipa fólkini í shuttlebussin.
  6. Tað er bannað húsvognum at koyra til Tjørnuvíkar. Húsvognar skulu tí parkera á parkeringplássinum norðanfyri Haldórsvík og fara víðari við shuttlebussinum.

Mándagin 4. juli verða ferðsluljósini royndarkoyrd, og um alt gongur eftir ætlan verða hini átøkini sett í verk mikudag 6. juli.

Sunda kommuna ynskir at takka Visit Faroe Islands, Landsverki, Gunn Ráðgeving og Politinum fyri gott samstarv og virkishugin, ið gjørdi tað møguligt at fáa slíka skipan setta í verk við stuttum skotbrái. Somuleiðis takkar kommunan tjørnuvíkingum fyri jaligt og konstruktivt samskifti um møguleikarnar.

Úrslit: