27-12-2012
Nýggj samferðsluætlan komin út
SAMFERÐSLA: Arbeiðið við at dagføra og víðariútbyggja føroysku samferðsluætlanina er nú liðugt. Endamálið við samferðsluætlanini er at vísa á, hvat skal til fyri at tryggja, at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv.

Eins og á øðrum økjum er planlegging eitt lyklaorð innan samferðslu. Fyri umleið átta árum síðani fór Landsverk undir at fyrireika eina heildarætlan fyri føroyska samferðslu, og fyrsta samferðsluætlanin kom út í 2007 undir heitinum “Samferðsluætlan 2008- 2020”.
Hendan útgávan er nú dagførd og víðari útbygd undir heitinum “Samferðsluætlan 2012-2024 – Føroyar sum ein býur”.

Fyrri parturin »Strategi og Mál« (reyði parturin) fevnir um yvirskipaðu málini fyri framtíðar íløgur í samferðslukervið, umframt grundarlag undir raðfestingum av teimum málum, sum sett eru út í kortið. Endamálið við hesum er at geva eitt yvirlit yvir, hvørji atlit skulu takast, tá útbyggingar ella broytingar á samferðsluøkinum skulu fremjast, og hvussu tey skulu raðfestast. Hetta er neyðugt fyri at kunna meta um, hvørt ein íløga er til gagns fyri samfelagið ella ikki.

Annar partur er » Íløguætlan – Íløgur komandi árini« (blái parturin), sum fevnir um tær íløgur, ið mælt verður til at gera fyri at náa teimum málum, ið sett eru í fyrra parti. Hetta eru mál fyri, hvørjar íløgur skulu gerast fyri at binda landið enn meira saman, so vit kenna tað sum eina eind. Júst sum heitið “Føroyar sum ein býur” signalerar.

Samferðsluætlanin er býtt í tveir partar fyri at leggja dent á tørvin at lýsa, hvussu heft alt virksemi í landinum er av at kunna ferðast, og hví vit eiga at hava eitt framkomið ferðslukervi.

Broytingar í ferðsluni eru í stóran mun ein fylgja av teimum avgerðum, sum verða tiknar á øðrum økjum enn samferðsluøkinum. Hetta at leggja ein skúla, stovn ella virki við nógvum arbeiðsplássum á einum ávísum staði elvir til, at ferðslan í hesum øki veksur. Tað merkir í flestu førum, at broytingar ella umleggingar skulu gerast í ferðsluviðurskiftunum.

Londini, vit vanliga samanbera okkum við, hava líknandi samferðsluplanlegging fyri at gera samferðslukervið so gott, sum møguligt.

Samferðsluætlanin er vorðin til í góðum samstarvi við eitt nú Strandferðsluna og onnur, ið virka á ella hava áhuga í samferðsluøkinum.

Ætlanin verður dagførd við jøvnum millumbilum og tikin upp til endurskoðan umleið fjórða hvørt ár, tí bæði umstøður og fortreytir støðugt broytast.

Samferðsluætlan 2012-2024 (sí permu niðanfyri), sum er 200 blaðsíður og prýdd við nýggjum tekningum hjá Óla Petersen, kann takast niður á hesi leinkju:
SAMFERÐSLUÆTLAN_2012_2024.pdf(8,90 MB)


Um nakar ynskir at vita meira um ætlanirnar á samferðsluøkinum við støði í útgávuni av Samferðsluætlanini, kann viðkomandi seta seg í sambandi við Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki, tlf. 290 801, ella til kunningartænastuna á stovninum, tlf. 290 804.

Úrslit: