20-03-2007
Nýggj avvatningarskipan í Leynatunlinum

Mikudagin 7. mars var farið í holt við arbeiðið at dagføra Leynatunnilin. Byrjað var í norðaru síðu, har 9 vegbrunnar eru grivnir niður í vegøkslina og knýttir í eina avvatningarskipan.

Nú verður alt grivið upp í sunnaru síðu og gjørt av nýggjum, t.e. nýggir vegbrunnar og rør til avvatning. Harafturat, og sum liður í fyrireikingararbeiðinum at fáa ljós, ávaringarskipan og telefon í tunnilin, verða rør til tekniskar inleggingar løgd í vegøkslina. Grivið verður frá eystara tunnilsmunna, og higartil er komið góðar 200 m inn.

Elektronisk skelting
Sum nakað nýtt hevur Landsverk ognað sær 6 elektroniskar skeltivognar til at brúka í sambandi við vegarbeiði. Tann fyrsti skeltivognurin er nú tikin í nýtsu í sambandi við arbeiðið í Leynatunlinum.

 

Úrslit: