11-01-2007
Nýggj avtala um byggireglur undirskrivað

Sambært umboðum fyri Føroya Handverksmeistarafelag og Byggiharrasamtak Føroya verða væntandi færri ósemjur í byggimálum í framtíðini, og tað verður lættari at handfara byggimál.

Ein nýggj avtala um byggireglur var formliga undirskrivað á Landsverki 28. desember í 2006. Stóru byggiharrarnar gingu saman í eitt samtak (BSF) fyri nøkrum árum síðani og gjørdu eina avtalu um almennar byggireglur. Nú hava partarnir gjørt eina nýggja avtalu (ABF 06 (128 KB) ), har allir spurningar frá byrjan til enda av eini byggitilgongd eru greinaðir.

Høvuðsbroytingin í nýggju avtaluni er, at øll standard fyrivarni eru tikin burtur og løgd í avtaluna ístaðin. Talan er um ein løgfrøðiligan karm, har skyldur, rættindi, ábyrgd, gjalding, viðgerð av ósemjum o.a. er gjølliga lýst. Nú er bara eitt skjal at halda seg til fyri øll stig í byggitilgongdini.

Sambært Oyvindi Brimnes, stjóra á Landsverki og formanni í Byggiharrasamtaki Føroya og formanni Føroya Handverksmeistarafelags, Magnus Magnussen, eru nógvir fyrimunir at finna í nýggju avtaluni. Byggitilgongdin verður nógv einfaldari og standardiserað og tískil minni orkukrevjandi.

Umframt avtaluna eru uppskot til tvey standard skjøl gjørd - eitt ábyrgdarskjal (22 KB)  og eitt  sáttmálaskjal (25 KB) , sum kunnu heintast her við at trýsta á leinkjurnar. Ætlanin er at gera enn fleiri standard skjøl.

Úrslit: