1. apríl byrjaði Fanny M. Petersen úr Havn í sínum nýggja starvi sum starvsfólkaleiðari hjá Landsverki.
Útbúgving og arbeiðsroyndir
Fanny er 39 ára gomul og útbúgvin cand. merc.dat. frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn í 1995. Hon hevur tey seinastu tíggju árini verið í starvi hjá Alm. Brand í Keypmannahavn, har hon hevur arbeitt við førleikamenning innan prosjekt- og starvsfólkaleiðslu.