19-12-2022
Nýggi bygningurin á Giljanesi til Sjóvinnustýrið reistur
Hósdagin 14. desember var reisigildi á Giljanesi, í sambandi við at nýggi bygningurin til Sjóvinnustýrið er reistur.

Fyrsta flagið var loyst fyri góðum ári síðani og er bygnignurin nú komin væl áleiðis, og verður væntandi klárur at taka í nýtslu tíðiliga á heystið 2023.

Sp/f Búsetur er heildararbeiðstakari. Bygningurin verður umleið 800 m2 til støddar og er samlaða játtanin 30. mio.kr.

Á myndini síggjast: Bergur Johansen, byggileiðari, Sp/f Búsetur, Ragnar Guttesen, verkætlanarleiðari, Landsverk, Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum.

Úrslit: