Sum fyrr er skrivað um á heimasíðuni eru Føroyar limur í Norrøna Vegatekniska Sambandinum, NVF. Í døgunum 11. til 13. august vitjaðu vegastjórarnir í hinum Norðurlondum Landsverk í Føroyum.
Tað sum Landsverk og føroyingar fáa burturúr NVF samstarvinum er fyrst og fremst førleikamenning innan vegaøkið – bæði hvat viðvíkir trygd, dygd og tøkni. Møguleikin fyri at samskifta við fólk innan sama arbeiðsøki í hinum Norðurlondunum ger tað lættari at loysa trupulleikar og ivamál innan vegagerð, -planlegging, viðlíkahald o.s.fr. umframt at læra hvør av øðrum. Harumframt fáa føroyingar eisini ágóðan av tí arbeiðinum, sum fer fram í teimum 15 nevndunum.
NVF hevur samarbeiðsavtalu við baltiska systirfelagsskapin Baltic Road Assiation (BRA) og alheims vegasamstarvið (PIARC), og føroyingar fáa tann vegin eisini ágóðan av tí, sum fyriferst úti í heiminum, eitt nú umfatandi og kostnaðarmiklari gransking innan vegaøkið.
Føroyska deildin í NVF telur 23 limafyritøkur. Millum hesar eru Landsverk, kommunur og størri fyritøkur. Stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes, er sambært viðtøkunum sjálvskrivaður formaður í stýrinum í føroysku deildini. Undir leiðslu og eftirliti av sambandsstýrinum eru 15 arbeiðsnevndir Føroyar hava íalt 16 nevndarlimir, sum sita í 7 av nevndunum.
Vitjið eisini heimasíðuna hjá NVS.