06-05-2005
NVS-fundur í Føroyum

Í døgunum 7.-9. mai 2005 er Landsverk vertur á tveimum fundum í Tórshavn við luttøku av fólki úr norðurlondum og baltisku londunum, ið koma til Føroya at umrøða evnir innan vegaøkið.

Tann eini fundurin er skrivarafundur í Norrøna Vegatekniska Sambandinum (NVS) og hin fundurin er ímillum skrivarnar í NVS og skrivararnar í Baltic Road Association (BRA). Skrivararnir í NVS eru úr Finlandi, Svøríki, Norra, Danmark, Íslandi og Føroyum. Og skrivararnir í BRA eru úr Estlandi, Letlandi og Litava.

Fyrimunir við samstarvinum
Førleikamenning innan vegaøkið – bæði hvat viðvíkir trygd, dygd og tøkni - er ein hin fremsti fyrimunurin við NVS-samstarvinum. Harafturat ger samskiftið við fólk innan sama arbeiðsøki í hinum Norðurlondunum tað lættari at loysa trupulleikar og ivamál innan vegagerð, -planlegging, viðlíkahald o.s.fr. .

Samstarvsavtala við BRA og PIARC
NVS hevur samstarvssavtalu við baltiska systirfelagsskapin Baltic Road Association (BRA) og alheims vegasamstarvið (PIARC), og føroyingar fáa tann vegin eisini ágóðan av tí, sum fyriferst úti í heiminum, eitt nú umfatandi og kostnaðarmiklari gransking innan vegaøkið.

Føroyska deildin
Føroyska deildin í NVS telur 23 limafyritøkur. Millum hesar eru kommunur, størri fyritøkur og Landsverk. Stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes, er sambært viðtøkunum sjálvskrivaður formaður í stýrinum í føroysku deildini. Undir leiðslu og eftirliti av sambandsstýrinum eru 15 arbeiðsnevndir í NVS. Føroyar hava íalt 16 nevndarlimir, sum sita í 7 av nevndunum.

Vitjið eisini heimasíðuna hjá NVS.

Úrslit: