25-09-2007
Nú verður trygdarhegn sett upp í Tjørnuvík

Í september mánað í fjør vóru umboð fyri Landsverk á vitjan hjá Statens Vegvesen í Noregi. Endamálið við vitjanini var at fáa størri innlit í alternativar loysnir viðvíkjandi fjallatrygging av líðum, har skriðu- og skalvalop og omanlop av gróti á vegirnar er til ampa fyri tey ferðandi.

Serkunnleiki innan fjallatrygging í Noregi
Hugt var eftir fleiri ymiskum loysnum í Noregi, har tey hava arbeitt miðvíst við fjallatrygging seinastu nógvu árini. Víst var millum annað á fylgjandi loysnir:

- Seta upp trygdarnet omanfyri vegin móti gróti, skriðu- og skalvalopi.
- Gera basseng fyri at verja fyri, at omanlop koma út á vegin.
- Gera trygdarvollar millum vegin og fjallið.
- Gera yvirbyggingar "overbygg" úr jarnbetongi
- Byggja tunlar
- Byggja brúgvar
- Gera veitirnar breiðari


Ein verjugarður móti skriðu-/omanlopi í Noregi.

Stutt eftir vitjanina í Noregi komu tveir yvirverkfrøðingar frá norska vegaverkinum, sum eru serkønir innan fjallatrygging, til Føroyar at gera støðumetingar saman við fólki frá Landsverki fyri at finna loysnir til føroysk viðuskiftir. Hugt var eftir fleiri økjum í Føroyum.


Ein av niðurstøðunum var at royna trygdarhegnið í Tjørnuvík, tí her er trupulleikin mest konsentreraður yvir ein tein, ið er umleið 200m langur.



Kunnandi fundur í Tjørnuvík
Í sambandi við verkætlanina at seta upp trygdarhegn í Tjørnuvík, skipaði Landsverk fyri kunnandi fundi fyri øllum í Tjørnuvík í mai mánað í ár. Fólk møttu væl til fundin, og kunnað var um alt frá trupulleika til loysn, ávirkan á ferðslu, tíðarætlan, o.a.

Byrja hesa vikuna
Fýra norskir serfrøðingar innan fjallatrygging komu til Føroyar í gjár at hjálpa til við at fáa verkætlanina hjá Landsverki í Tjørnuvík í gongd. Tveir av teimum vera í Føroyum, til hetta arbeiðið er liðugt. Sostatt verður byrjað at seta trygdarhegn upp í Tjørnuvík hesa vikuna.

Hegnið, sum verður sett upp í Tjørnuvík er 220m langt og 4m høgt og fer at standa 10m frá vegnum.

Ferðslan verður tarnað
Tað fer at taka umleið ein mánað at seta upp trygdarhegnið í Tjørnuvík. Í hesum tíðarskeiði verður neyðugt at stongja Tjørnuvíkarvegin til tíðir í sept./okt, tó verður opið fyri allari ferðslu isv. bussleiðina.

Úrslit: