Á vetrarfundinum ella kavafundinum, sum hann eisini verður kallaður, hjá vegdeildini herfyri vóru tøl fyri sand og saltnýtslu fyri oyggjarnar í 2004/2005 kunngjørd.
Nýtslan av sandi er minkað burtur í einki, tí sandur egnar seg ikki so væl í Føroyum. Tá ið nógvur vindur er, fýkur sandurin á bilarnar, og kann hetta elva til skaða á bilarnar. Sandurin er sostatt farin í søguna, og eru vit í Føroyum farin at nýta salt burturav.
Vit byrjaðu at salta vegirnar í Føroyum í 1990/91. Nú er saltnýtslan farin frá 140 tonsum í 1990/91 upp á 1.240 tons í 2004/2005 ella umleið 1.210.000m2/1.240 tons av salti = 1,0 kg/m2
Annars er saltnýtslan í hinum londunum væl hægri enn í Føroyum. Í Noregi og Svøríki er sandnýtslan framvegis stór, og eru tey farin at hita sandin upp. Í Finnlandi hevur stjórnin álagt vegaverkinum at minka um saltnýtsluna, tí tey hava fingið trupulleikar við grundvatninum.
Kanningar uttanlands hava víst, at tað loysir seg fyri ferðsluna at salta nógv, tí tað sæst aftur í talinum av ferðsluóhappum. Spurningurin er bara, nær er tað ov nógv, og nær ov lítið.