Várið er árstíðin at byrja at asfaltera. Asfaltverkið í Hundsarabotni byrjaði framleiðsluna 1. mai, og asfaltholdini hjá Landsverki eru longu liðug við fleiri arbeiði og onnur eru í gerð. Landsverk framleiðir upp til 1200 tons av asfalti um dagin.
Liðug arbeiði
Elduvíkarvegurin varð liðugt asfalteraður 17. mai, og 20. mai varð liðugt at bøta um vegin millum Funnings og Funningsbotn. 20. mai varð eisini íbindingin millum Oyndarfjarðavegin og landsvegin millum Fjarða liðug.
Landsverk hevur eisini asfalterað 500 m í Norðoyartunlinum. Hetta er fjórða vegastrekkið í tunlinum Leirvíksmegin, ið er asfalterað.
Arbeiði í gerð
Eiðisvegurin verður asfalteraður í løtuni, og arbeiðið har verður liðugt um einar tvær vikur.
Onnur arbeiði í gerð eru: Kollafjarðavegurin, sum verður fresaður og gjørdur klárur til asfaltering. Og vegurin frá tunnilsmunnan oman til Gásadals skal asfalterast.
Asfaltverkið í Hundsarabotni
Landsverk hevur egið asfaltverk, sum í fjør framleiddi 108.000 tons. Hetta var metár. Árliga framleiðslan seinastu 5 árini hevur ligið millum 70.000 - 90.000 tons árliga.
Kundarnir hjá asfaltverkinum eru umframt Landsverk, kommunur og entreprenørar. Í fjør nýtti Landsverk 60.000 tons av asfalti, og asfaltverkið seldi líka undir 50.000 tons av asfalti til entreprenørar og kommunur.
Asfalterað varð inn í januar 2005, og síðani varð asfaltverkið umvælt, tvs at slitlutir vóru útskiftir, og framleiðslan byrjaði so aftur 1. mai. Tveir manns arbeiða við at blanda asfalt á asfaltverkinum í Hundsarabotni.