20-06-2007
Notatið um Sandoyartunnilin

Fríggjadagin 15. juni handaði Landsverk Vinnumálaráðnum eitt notat um Sandoyartunnilin. Notatið lýsir gongdina í málinum, umframt ítøkiligu verkætlanina, og er grundarlagið undir verklagslógini fyri Sandoyartunnilin, sum Vinnumálaráðið hevur gjørt saman við Landsverki.

Verður samtykt at gera fast samband millum Streymoynna og Sandoynna, mælir Landsverk til, at ein undirsjóvartunnil á 10,5 km verður gjørdur frá Gomlurætt til Traðardal í Sandoynni. Verkætlanin er mett at kosta samanlagt 690 mió. kr. Verður farið í gongd nú, og arbeitt eftir ásettu tíðarætlan, kann tunnilin takast í nýtslu í 2013.

Fá meira at vita í notatinum, sum kann heintast her: Sandoyartunnil-notat.doc(8,60 MB)
Størri kort við fakta kann heintast her: A101.pdf (749 KB)

Úrslit: