22-05-2026
Norðurlendskur íblástur til framtíðar ferðslumenning í bygdum øki
Týsdagin 12. mai skipaði NVF (Norrønt Vegforum) fyri einum seminari, sum varpaði ljós á ferðslu, burðardygd og framtíðar flytføri í bygdum øki. Fleiri áhugaverd upplegg vóru um, hvussu ferðsla og flytføri kunnu mennast við størri atliti at burðardygd, trivnaði og umhvørvi.

Rasmus S. Biskopstø frá Tórshavnar kommunu greiddi frá flytførismentanini í Føroyum, og vísti á tørvin á betri gongu- og súkklusambondum, almennari ferðslu og býarmenning, har gerandisferðing kann gerast tryggari og smidligari uttan at økja um bilferðsluna. 

Maria Brodde Makri úr Malmö Stad greiddi frá arbeiðinum við SUMP (Sustainable Urban Mobility Plan), har tey við eini langtíðarætlan miðvíst arbeiða við at flyta meira av ferðsluni yvir til gongd, súkkling og almenna ferðslu, samstundis sum býarrúmini gerast grønari og meira menniskjavinalig. 

Lina Tomczak frá Trafikverket, Svøríki, vísti á teirra tilgongd at menna ferðsluloysnir í bygdum í Svøríki. Hon legði dent á at ymisk áhugamál ofta eru millum vegamyndugleikan og borgaran, og at gott samskifti tí er avgerandi fyri at finna góðar loysnir fyri vegakervið við bygdir; loysnir sum eisini kunnu økja um trivnaðin hjá borgarum í bygdunum.  

Ann-Helen Hansen frá Trygg Trafikk hevði upplegg um Heart Zone project, ið arbeiðir fyri tryggari ferðslu kring skúlar og onnur øki, har nógv børn ferðast. Endamálið er at minka um bilferðslu tætt við skúlarnar og skapa tryggari umstøður, so fleiri børn kunnu ganga ella súkkla í skúla. Verkætlanin er samstarv millum land, kommunu, skúlar og foreldur.  

Heini Peltonen frá Nylands Forbund, Finland, tosaði um, hvussu hugburður og vanar hjá ferðandi kunnu broytast. Hon legði dent á, at broytingar ikki einans snúgva seg um infrakervi, men eisini um samskifti, samstarv og at skapa góðar umstøður, so tað verður lættari hjá fólki at velja grønar ferðsluloysnir í gerandisdegnum. 

Seminarið gav luttakarunum góðan møguleika at deila royndir og vitan, og gav nýggjan íblástur til framtíðararbeiðið við ferðslu og flytføri í Føroyum.  

Um NVF 

NVF er eitt alment-privat vinnusamstarv við umleið 320 limafyritøkum úr øllum Norðurlondum. Felagskapurin hevur deildir í Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum. Í Føroyum er stjórin á Landsverki forfólk, og hevur deildin 27 limir, ið fevna um bæði kommunur, stovnar og privatar fyritøkur. Høvuðsendamálið við NVF er at deila og menna vitan innan vega- og ferðsluøkið. 
 
Úrslit: