22-06-2005
Norðurlendskt vegasamstarv 70 ár á baki

Fríggjadagin í farnu viku var stórt hátíðarhald í Finlandiahuset í Helsingfors í Finlandi. Høvi var 70 ára dagin fyri stovnanina av Norðurlendska Vegatekniska Sambandinum (NVS).

Umboð fyri allar deildir hjá NVS og nevndirnar í felagnum vóru við, umframt umboð fyri BRA (baltisku londini) og PIARC (altjóða vegatekniska sambandið). Limalondini eru Danmark, Noregi, Svøríki, Ísland, Finland og Føroyar.

Hátíðarhaldið byrjaði við einum jubileums-seminari, og endaði við veitslu, har m.a. umboð fyri finsku stjórnina helt røðu.

Endamál
Endamálið við NVS er at samstarva um vegagerð, t.e. planlegging, bygging og førleikamenning innan trygd, dygd og tøkni.

Arbeiðsøkir í NVS
Arbeiðið er skipað í 5 høvuðssøki:

Stýring og førleikiPlanlegging og fíggjarviðurskifti Annlegg og konstruktiónir Rakstur Ferðsla
Skipan
Hvørt limaland hevur eitt stýri, har vegastjórin er fastur formaður. Aðrir limir eru úr almennu umsitingini og privatu vinnuni. Føroyska deildin í NVS telur 23 limafyritøkur.

Limalondini hava møguleika at luttaka í faknevndum, ið fáast við eitthvørt serligt evni. Umframt at vera umboðað í sambandsstýrinum og ymiskum umsitingarligum nevndum, eru Føroyar við í 8 av 15 faknevndum:

FaknevndEvniNevnd 11 KunningartøkniNevnd 13 Organisatión og stýringNevnd 21 FlutningsplanleggingNevnd 22 Útformning av vegum og gøtumNevnd 41 Rakstur av vegum og gøtumNevnd 54 Akfør og flutningurNevnd 33 BelegningarTemagruppe B Rørslutarnað í ferðsluni
Sambandsstýrið
Vegastjóranir eru við í sonevnda sambandsstýrinum, ið er ovasta leiðslan í NVS. Stýrið hevur fund tvær ferðir árliga. Myndin niðanfyri er frá fundinum 17. juni 2005.


Sambandsstýrið í Norðurlendska Vegatekniska Sambandinum

Á myndini síggjast Benta G. Karlsson, Danmark, Lennart Axelson, Svøríki, Ingemar Skogö, Svøríki, Oyvindur Brimnes, Føroyar, Jólsvein Joensen, Føroyar, Eero Karjaluoto, Finland, Henning Christiansen, Danmark, Olav Søfteland, Noregi, Jón Rögnvaldsson, Ísland, Rögnvaldur Jónsson, Ísland.

Hinir limirnir til staðar vóru Carsten Uttenthal, Danmark, Kjell Levik, Noregi, Erkki Jännes, Finland, Pär-Håkan Appel, Finland, Olafur Bjarnason, Ísland, Bjørnar Broderstad, Noregi og Kjell Levik, Noregi.

Til umrøðu á fundinum var m.a. fyrireikingar av einum seminari í Visby í september um bygnaðarbroytingar í teimum ymsu londunum. Vegastjórarnir høvdu framløgur um gongdina í samferðsluni - um ferðslu-tøl, nýgerð og viðlíkahald -, og um játtanir og serlig arbeiði, sum eru í gongd.


Umboð fyri Føroyar: Oyvindur Brimnes, stjóri og formaður í føroysku deildini og Jólsvein Joensen, rakstrarverkfrøðingur og skrivari

Les meiri um NVS her

Úrslit: