01-09-2010
Norðurlendskt samstarv

SAMSTARV: Landsverk hevur verið limur í felagsskapinum, NVF (Norrønt vegforum), síðani í 1975. Í døgunum 11. til 13. august í ár vóru umboð fyri stýrini í grannalondunum á stýrisfundi í Føroyum

NVF er ein norðurlendskur felagsskapur við fleiri enn 800 limum, ið hevur til endamáls at menna vega-, ferðslu- og flutningsøkið við samstarvi millum vegaverk, kommunalar vegamyndugleikar og privatu vinnuna (serliga ráðgevarar, entreprenørar og veitarar til vegavinnuna). Felagsskapurin telist millum elstu samstørv í Norðurlondum.

Føroyska deildin í NVF telur 21 limafyritøkur. Millum hesar eru eisini kommunur og privatar fyritøkur. Stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes, er formaður í stýrinum í føroysku deildini.

"Tað sum Landsverk og føroyingar fáa burturúr NVF samstarvinum er fyrst og fremst, at vit altíð hava atgongd til nýggjastu vitanina innan vegøkið. Hetta er eitt vitanarsamstarv um vegir - bæði viðvíkjandi trygd, dygd, tøkni og gransking. Møguleikin fyri at samskifta við fólk innan sama arbeiðsøki í hinum Norðurlondunum ger tað lættari at loysa trupulleikar og ivamál innan vegagerð, -planlegging, viðlíkahald o.s.fr. umframt at tú fært eitt sera virðismikið netverk við fólk í grannalondunum," sigur stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes.

NVF hevur harumframt eina samstarvsavtalu við baltiska systirfelagsskapin Baltic Road Assiation (BRA) og alheims vegasamstarvið (PIARC), og fáa limirnir í NVF soleiðis eisini tann vegin ágóðan av tí, sum fyriferst úti í heiminum, eitt nú umfatandi og kostnaðarmiklari gransking innan vegaøkið.

Vilt tú vita meira um felagsskapin NVF, kanst tú vitja teirra heimasíðu her

Úrslit: