06-09-2010
Norðurlendsk ráðstevna um vernd av havnum
RÁÐSTEVNA: Í døgunum 7-10. september er Landsverk vertur fyri norðurlendskari ráðstevnu um vernd av havnum.

Tað var í 2004, at Landsverk sum myndugleiki fyri landshavnir gjørdist partur av norðurlendska samstarvinum um vernd av havnum. Myndugleikar í teimum ymisku londunum hava hesi árini skiftst um at skipa fyri eini árligari ráðstevnu um vernd av havnum. Fyri fyrstu ferð verður ein slík ráðstevna nú hildin í Føroyum. Samanlagt 17 fólk, harav 14 eru útlendskir gestir, luttaka á ráðstevnuni.

Ráðstevnan verður skipað sum ein verkstova, har føroyskir myndugleikar saman við teimum norðurlendsku myndugleikunum viðgera felags áhugamál og spurningar - eitt nú íverksetanina av nýggjum ES krøvum ísv. vernd av havnum.

Ráðstevnan byrjar í morgin, týsdagin 7. september, og er fyri innbodnum.

 

 

Vernd av havnum í Føroyum

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur, við heimild í løgtingslóg nr. 11 frá 31. mars 2004 og kunngerð nr. 33 frá 25. mai 2004, álagt Landsverki at røkja niðanfyri nevndu myndugleikauppgávur í sambandi við at verja havnir ímóti yvirgangi:

  • Áseta trygdarstigið fyri føroyskar ISPS havnir.
  • Góðkenna váðametingar fyri føroyskar ISPS havnir.
  • Góðkenna verndarætlanir fyri ISPS havnir.
  • Hava eftirlit við og skipa fyri venjingum fyri at kanna eftir, hvussu væl ætlanirnar virka.
  • Góðkenna verndarfeløg, sum kunnu røkja ávísar uppgávur í sambandi við váðametingar og verndarætlanir.

ISPS: (International Ship and Port Facility Code)


Vilt tú vita meira um evnið, ber til at venda sær til kunningina á Landsverki, tel. 290 805.

Úrslit: