14-01-2011
Nógv nýggj arbeiðspláss í byggivinnuni

Hóast avmarkað virksemi innan byggivinnuna seinastu tíðina, so er gongd í fleiri størri almennum byggiverkætlanum, sum Landsverk varðar av. Arbeiðið við at gera sokallaða Leirvíkarvegin hevur verið í gongd í nakrar vikur, umvælingin av Brúnni um Streymin heldur áfram, har gongubrúgv nú verður sett upp, ætlaða ítróttarhøllin á Sandi er skjótt klár at fara undir at byggja, og Ellis- og Røktarheimið og Økisdepil fyri Sinnisveik í Vági er komið væl áleiðis. Harafturat er á fíggjarlógini munandi størri upphæddir settar av til umvælingar og viðlíkahald av almennum bygningum, ið fer at skapa nógv nýggj arbeiðspláss komandi tíðina.

Síðani fíggjarkreppan tók seg upp á heysti 2008, hevur niðurgongdin í byggivirkseminum sum heild hevur verið at merkja rættiliga týðiliga. Hóast onki kann sigast við vissu, so bendir nógv á, at gongdin vendir í ár. Longu nú kann sigast við vissu, at fleiri almennar byggiverkætlanir verða framdar í 2011, enn tað vórðu í 2010.

Fyri at nevna nakrar, so er sokallaði Leirvíkarvegnum komin væl og virðiliga í gongd. Somuleiðis verður arbeitt víðari við Brúnni um Streymin, har gongubrúgv í løtuni verður sett upp. Stykkið við Meginskúlan á Sandi, har ítróttarhøll skal byggjast, er um at vera byggiklárt, og Ellis- og Røktarheimið og Økisdepil fyri Sinnisveik í Vági er komið rættiliga væl áleiðis.

Tá tað kemur til umvælingar og viðlíkahald av almennum bygningum, er játtanin fyri 2011 hækkað munandi í mun til 2010. Í ár eru 24,0 mió. kr. tøkar til hetta endamálið, meðan játtanin í fjør var 14,9 mió. kr. Tað merkir eina hækking upp á góð 62 prosent. Talan er um einar 50 umvælingar- og viðlíkahaldsverkætlanir um alt landið. Nakað, sum er sera arbeiðsskapandi, vísir Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, á.

Um nakar vil vita meir um hetta evnið, kann viðkomandi ringja til Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki, tlf. 290 861, ella til kunningartænastuna á tlf. 290 804/290 805.

Úrslit: