Flest allir føroyingar hava hoyrt koyrilíkindini í útvarpinum. Tað er Landsverk, sum í mong áratíggjur hevur savnað hesar upplýsingar, og nógvar aðrar við, ið snúgva seg um veðrið. Les meiri
Umframt at savna upplýsingar um koyrilíkindi við at fara út á vegirnar, savnar Landsverk upplýsingar um veður og vind í veðurstøðum, ið eru settar upp ymsa staðni í landinum. Fleiri teirra máta bert vind og fukt í luftini, men nakrar máta eisini hita og fukt á vegabreytini. Hetta seinna er sera hent, tá metast skal um koyrilíkindini. Núverandi veðurstøðir - trýst her.
Í vetur hevur Landsverk kannað, hvar vegurin frystur fyrst. Mátingarnar hava víst, at omanfyri timburhandilin í Runavík og á Sundi gerst skjótt hált, tá broytingar eru í veðrinum. Tvær nýggjar veðurstøðir eru settar upp á hesum plássum, og Landsverk arbeiðir nú við skipanini, sum skal taka ímóti upplýsingum frá veðurstøðunum.
Fleiri veðurstøðir skulu setast upp, har hálkan fyrst ger um seg.
Vónandi fáa vit ikki brúk fyri fráboðanum um hálku aftur í ár, nú tjøldrini eru komin og fyrstu lombini við. Men skuldi tað verið neyðugt, verða koyrilíkindini at hoyra í útvarpinum og kunnu lesast her á heimasíðuni.