25-05-2005
Nevnd 33 í NVS hittist í Føroyum

16. juni verður ársfundur í Føroyum í nevnd 33 í Norðurlendska Vegtekniska Sambandinum. Nevnd 33 viðgerð evnið asfalt-belegningar.

Limirnir í føroysku nevndini eru Boði Haraldsen, býarverkfrøðingur og formaður, Óli M. Petersen, deildarleiðari á Landsverki, Hákun Djurhuus, stjóri á Føroya Shell, og Torkil Olsen, verkfrøðingur á Landsverki er skrivari.

Luttakararnir á ársfundinum eru umleið 70 í tali, og eru úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi og Finlandi.

Les meiri um NVS her

Úrslit: