HAGTØL: Nú ber til at leita sær hagtøl um veður og vind á heimasíðuni hjá Landsverki. Tú kanst leita tær upplýsingar um veðrið seinasta tíman, samdøgrið, mánaðin, árið og eisini, hvar og nær mesti, minsti ella miðal vindurin/hitin/vætan var.
Á Landsverki verður arbeitt miðvíst við at framleiða so neyvar upplýsingar um veðrið sum til ber. Sum nakað nýtt kunnu fólk nú eisini leita sær søguligar upplýsingar um veðrið, t.e. hvussu var við avfalli ella hvirlum í farna ári, hvar var minsti vindurin, og hvussu var miðalvindurin í síðsta mánað?
"Tú leitar tær bara inn á okkara heimasíðu og velur "Veðurmátingar" og síðan "Hagtøl". Í einføldu leitiskipanini kanst tú millum annað finna upplýsingar um mesta vind seinasta árið, hvar hesin var skrásettur ella kanska, hvar og nær mesta vætan var seinasta mánaðin." Hetta er ein sera einføld leitiskipan, sum øll kunnu finna runt í", sigur Ewald Kjølbro, leiðari á bygninga- og havnadeildini á Landsverki.
Hagtøl frá veðurstøðunum
Hagtølini hevur Landsverk frá veðurstøðunum hjá stovninum kring landið. Landsverk hevur nú samanlagt 22 veðurstøðir kring landið, sum veita upplýsingar um hita, vind, ætt og hvirlur hvørt 10. minutt.