24-02-2009
Næmingar og lærarar fegnaðust
HÁTÍÐARHALD: Hettar er eitt megnar framstig fyri Fiskivinnuskúlan vóru lærarar og næmingar samdir um, tá ið nýggi skúlin formliga varð handaður í gjár. Umleið 400 fólk vóru til almennna hátíðarhaldið, sum Landsverk og Mentamálaráðið skipaðu fyri.

Tað var ein stóru dagur fyri lærarar og næmingar, tá Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum í gjár handaði skúlastjóranum Jákupi Andreasen, lyklarnar til nýggja skúlan.

- Higartil hava teir fysisku karmarnir verið ein forðing fyri at Fiskivinnuskúlin hevur kunna rokkið sínum visjónum. Hendan forðing er nú burtur, segði Jákup Andreasen sum í januar hevði verið stjóri á fiskivinnuskúlanum í 20 ár.

Nógv fólk - teirra millum fleiri vestmenningar - nýttu høvi at síggja nýggja skúlan Inni á Fjørð. Tey høvdu eisini høvi at hoyra fleiri røður og tónleik og sang við Martini Joensen og Vestamnna sangkóri.

Nýggi skúlin hevur pláss fyri 100 næmingum. Helena Dam á Neystabø vónaði, at næmingatalið áðrenn langt um leingi fer at vera so stórt, og somuleiðis at tað fer at eydnast at fáa í lag eitt fruktagott samstarv millum skúlan og vinnulívið.

Borgarstjórin í Vestmanna, Karl A. Olsen segði, at nýggi Fiskivinnuskúlin er eitt stig at menna føroyska samfelagið - men vónandi ikki tað seinasta stigið Inni á Fjørð. Hann segði seg vóna, at økið fer at hýsa granskingarvirksemi og fleiri yrkisgreinum, og setti sítt álit á, at skúlin fer at hýsa bæði mentanarlívi og frítíðarvirksemi.

Fegnastir av øllum vóru helst næmingarnir, sum í seinastuni hava húsast í fýra ymiskum sethúsum í Vestmanna. Nú verður skúlin undir einum taki. Tað verður eitt framstig - bæði fakliga og sosialt.

- Umstøðurnar her eru so nógv betri. Tað besta við hesum skúlanum er fiskarúmið, har tað stendur ein hálv flakalinja. Hetta fer at geva okkum nógv meira veruleikakendar møguleikar, sigur Meinar Ortind.

- Hetta verður gott fyri samanhaldið. Higartil hava vit nóg illa kent tey, sum ganga í hinum flokkunum. Nú fara vit øll at hittast í fríkorterinum og tað fer at styrkja samanhaldið, eru tey trý Heðin Poulsen, Sólja Thórleifsson og Halla Durhuus samd um.

Úrslit: