21-06-2010
Næmingar á vitjan í Hundsarabotni

Fríggjadagin fekk Landsverk vitjan av 3.c á Venjingarskúlanum. Næmingar og lærarar vildu fegin síggja, hvat Landsverk arbeiðir við, og hvussu arbeiðið í einum grótbroti fer fram.

Vitjanin byrjaði í kantinuni á høvuðsskrivstovuni á Tinghúsvegnum, har Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini á Landsverki, greiddi frá virkseminum hjá stovninum. Haðani gekk leiðin niðan í grótbrotið í Hundsarabotni.

Børnini sluppu at síggja, hvar grótið verður sprongt, og síðani vísti Friðjón Jacobsen, formaður í grótbrotinum, hvussu grótið verður koyrt í ein knúsara og kemur út aftur sum smágrót ella skervur í ymsari stødd.

Børnini vístu stóran áhuga og hildu vitjanina vera rættiliga spennandi.

Her eru nakrar myndir frá vitjanini á Landsverki og úr grótbrotinum í Hundsarabotni.

Úrslit: