11-07-2026
Myndarøð: Væleydnað trygdarvenjing í Dalstunlinum
Fríggjadagin 10. juli var trygdarvenjing í nýggja Dalstunlinum.

Venjingin eydnaðist væl. Umleið 40 fólk frá Politinum, Húsavíkar og Sands Sløkkiliði, Heilsuverki Føroya, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum royndi tilbúgvingarætlanina, tøknina, mannagongdir og eftirkannaði samskiftisútgerðina í tunlinum.

Leygardagin 18. juli kl. 14:00 verður hátíðarhald í samband við, at tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu.

 

Úrslit: