Hátíðarhaldið fór fram nærhendis tunnilsmunnanum Øravíkarmegin, har Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, Marjun W. Thomassen, stjóri á Landsverki, Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu og Sigtór A. Petersen, stjóri í P/F J&K Petersen, hildu røður.
Tað var Svend Joensen úr Fámjin, ið koyrdi fyrsta túrin ígjøgnum.
Tvøroyrar Hornorkestur spældi. Hornorkestrið framførdi eisini verkið, ið er gjørt til høvið. Talan er um verkið “Merkið”, ið Pauli Hansen hevur skrivað.
Niðanfyri síggjast myndir frá tiltakinum