06-04-2009
Munin: Eingin verulig flogvallarkanning

Ráðgevarafyritøkan Munin leggur dent á, at fyritøkan hevur ongantíð gjørt nakar veruligar kanningar av, um tað ber til at gera flogvøll í Klovanum. Fyritøkan heldur, at tíðindini og frágreiðingarnar á heimasíðuni hjá Landsverki herfyri kunnu misskiljast

Í seinastu viku skrivaðu vit her á heimasíðuni um kanningar sum Landsverk hevur latið gera av uppskotinum hjá Sørvágs kommunu at gera flogvøll í Klovanum millum Fjallavatn og Leitisvatn.

Tað vóru ráðgevarafyritøkurnar Munin og Rambøll sum løgdu uppskotið fram vegna kommununa. Landsverk skrivaði, at ráðgevarafyritøkurnar og kommunan hava ført fram, at tað ber til at gera ein flogvøll í Klovanum.

Munin hevur síðani vent sær til Landsverk, tí fyritøkan heldur at tíðindi kunnu skiljast soleiðis, at Munin hevði gjørt neyvar forkanningar av verkætlanini og at hesar kanningar prógvaðu at tilbar at gera eina floghavn, sum lýkur altjóða krøv. Tað hevur fyritøkan ongantíð gjørt, verður sagt.

Landsverk heldur ikki, at stovnurin nakrantíð hevur ført nakað slíkt fram. Men fyri at eingin misskiljing skal vera skulu vit sláa fast, at talan var ikki um nakrar veruligar forkanningar, sum vísa at tilber at gera eina floghavn í Klovanum, sum heldur altjóða krøv.

Úrslit: