22-10-2025
Miðnam á Kambsdali er víðkað við stórum felagsøki og nýggjum karmum til undirvísing í náttúrulærugreinum
Mánadagin 20. oktober 2025 varð hátíðarhald í sambandi við, at útbyggingin av Miðnámi á Kambsdali nú er liðug.

Har var fult av næmingum, starvsfólki og gestum, tá skúlakórið tók nýggja pallin í nýtslu. Pallurin, sum eisini er ætlaður sum eitt speakers’ corner í nýggja felagsøkinum, varð drigin fram í røðuni hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, som eitt týdningarmikið fólkaræðisligt íkast til bygningin; eitt stað har næmingar kunnu tosa og kjakast, og har teir eisini læra at lurta, standa við sítt og vera opin fyri øðrum.

Nýggja felagsøkið bindur saman eldru partarnar av skúlanum. Útbyggingin fevnir eisini um nýggjar karmar til náttúruvísindaligu lærugreinarnar lívfrøði, evnafrøði, alisfrøði og lívtøknifrøði. Harumframt eru fleiri floksstovur og køkurin endurnýggjað.

Christian Joensen, rektari, legði í síni røðu dent á, at útbyggingin fer at styrkja bæði fakliga samleikan hjá skúlanum og samanhaldið millum næmingarnar.

 

Úrslit: