03-10-2008
Mistak seinkaði saltingini

Eitt mistak elvdi til at Landsverk kom ov seint út at salta vegin vestanfyri Norðskálatunnilin. Mannagongdin verður eftirmett.

Ferðslan steðgaði upp við Norðskálatunnilin í morgun, tí at tað var so hált á vegastrekkinum til vestara tunnilsmunnan. Hálkan kom óvart á nógv fólk í morgun, men ikki á Landsverk.

Eins og hini árini hevur stovnurin verið væl fyrireikaður til hálkuna leingi. Bæði amboð og fólk vóru longu tilbúgvin at fara út at salta, so skjótt sum tann fyrsta hálkan kom. Tað vóru tey eisini í morgun, tá ið fólk frá Landsverki vóru úti og saltað landsvegir kring alt landið. Men tíverri hendi eitt mistak, sum gjørdi at vegurin millum tunnilsmunnan og Norðskála ikki varð saltaður rættstundis.

Talan er um eitt vegastrekki við nógvari ferðslu, har vegurin ofta verður hálur, tí at hann liggur so ovarlaga. Tí harmast Landsverk mistakið og tekur tað í størsta álvara. Stovnurin hevur longu tikið stig til at eftirmeta vetrarhaldið fyri at tryggja at alt riggar sum tað skal næstu ferð.

Úrslit: