“Veðrið má sær ráða”, sigur gamla føroyska orðatakið. Og hóast vit onki fáa gjørt við tað, so er týdningarmikið hjá nógvum okkara at vita, hvussu veðrið háttar sær.
Serliga er tað, tá ivaveður ger seg galdandi, at vitjanartølini økjast í stórum. Jú verri veðurvánirnar eru, tess fleiri halda seg kunnaði um veðurstøðuna. Og tá veðrið ber av, sum tað gjørdi um vikuskiftið, eru tølini í flestu førum samsvarandi nógvar ferðir størri.
Ein uppgerð yvir vitjunartøl um vikuskiftið vísa, at 14.584 ymiskir brúkarar vóru inni og kunnaðu seg um veðrið. Hetta er methøgt tal ta tíðina, Landsverk hevur bjóðað hesa tænastuna. Til samanberingar kann nevnast, at næsthægsta talið, sum var mált 2. og 3. februar í 2011, var 14.142. Ein vanligan dag liggur talið ímillum 2-3.000 vitjandi.
Afturat methøga vitjunartalinum á heimasíðuni um vikuskiftið skal nevnast veðurappin hjá Landsverki “Veðrið í lumman”, ið er gjørd til snildtelefonir og teldlar. Ein tænasta, sum kom í mai 2012. Her sæst eisini eitt vaksandi vitjanartal, sum hetta vikuskiftið setti met við sløkum 1.600 brúkarum.
Sostatt er samlaða talið av vitjandi, sum hava kunnað seg um veðrið hjá Landsverki, nógv tað hægsta nakrantíð.
Stóri eftirspurningurin eftir kunning um veðrið, týðir sostatt uppá, at íløgan í tær mongu nýmótans og framkomnu veðurstøðirnar hjá Landsverki kring landið – í alt 26 í tali – hevur verið skilagóð.
Hægstu mátingar um vikuskiftið vórðu máldar sunnudagin á Oyndarfjarðarvegnum klokkan 22:38 við 73,9 sekundmetrum, Norðradalsskarð klokkan 18:27 við 70,8 sekundmetrum og Gjáarskarð klokkan 19:47 við 61,3 sekundmetrum.
Áhugin fyri vikuskiftisódnunum í Føroyum var ikki bert her heima. Uppgerðin yvir vitjandi vísir, at nógvir brúkarar uttanlands hava fylgt ódnunum umvegis landsverk.fo.