Tað byrjaði í september 2007. Mánadagin komandi verður punktum sett við skúlabyggingina, sum hevur verið ávegis í nógv ár.
Tá verður skúlin, sum fer at hýsa 100 næmingum, formliga latin eigaranum, sum er Mentamálaráðið. Og í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku, har øll fáa høvi at síggja tann nýggja skúlan.
Tá ið Oyvind Brimnes, stjóri á Landsverki hevur handað Mentamálaráðnum skúlan fara Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, Jákup Andreasen, skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum, Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna og Heidi Poulsen, arkitektur frá MAP Arkitektum at sigur nøkur orð.
Eisini verður tónleikur við Martini Joensen og Vestmanna sangkóri. Øll eru hjartaliga vælkomin. Àbit og okkurt drekkandi verður eisini at fáa.
Á Fiskivinnuskúlanum eru tríggjar skúlastovur, ein serstova, fimm bólkarúm – og eitt auditorium.