VINDORKA: Fyrireikingarnar í sambandi við ætlanina um at seta upp nýggjar vindmyllur í Neshaga í Eysturoynni eru í gongd. Landsverk ger í løtuni royndarboringar av lendinum fyri SEV, har myllurnar eftir ætlan skulu setast upp í summar.
Nakað áðrenn jól fóru starvsfólk hjá Landsverki undir at fyrireika royndarboringar eftir umbøn frá SEV, sum hevur ætlanir um at staðseta nýggjar vindmyllur á Eystnesi.
Til hetta skuldi tyrla nýtast til at flyta boriútgerð, haðani vegurin til verandi myllur endar, og longur út á Eystnes.
- Vit gera kjarnuboringar fyri SEV fyri at fáa staðfest, hvussu góðskan á grótinum er á teimum støðum, har fundamentini skulu gerast, sigur Sigurd Lamhauge, verkfrøðingur á Landsverki.
SEV hevur ætlanir um í summar at seta upp tríggjar nýggjar vindmyllur. Hetta er treytað av, at málið fellir endaliga upp á pláss mótvegis Elveitingareftirlitinum í sambandi við útbjóðing av nýggjari vindorku.
Hesar myndirnar vórðu tiknar stutt undan jólum, tá tyrlan hjá Atlantsflog flutti útgerð hjá Landsverki frá endanum av vegnum, har verandi vindmyllur standa, og longur út á Eystnes, har tær tríggjar nýggju vindmyllurnar eftir ætlan skulu staðsetast.
Um nakar vil vita meira um hetta málið, ber til at ringja til Sigurd Lamhauge, verkfrøðing á Landsverki, tlf. 290 844, ella til Kunningartænastuna á tlf. 290 804.