26-01-2010
Meira um omanlopið á Syðradalsvegin
OMANLOP: Eftir at fólk frá Landsverki hava verið á Syðradalsvegnum og kannað økið, er tað nú endaliga staðfest, at tað er ein bakki oman fyri vegin, sum er skrædnaður og nógv mold er komin oman á vegin. Vegurin er fyribils stongdur fyri allari ferðslu og væntast opin aftur seinnapartin

Tað var um hálvgunn 8-tíðina í morgun, at Landsverk fekk boð um, at grót var komið oman á Syðradalsvegin. Fólk frá Landsverki komu á staðið stutt eftir, og kundu tey staðfesta, at ein bakki oman fyri vegin var skrædnaður og umleið 1500 tons av mold vóru komin oman á vegin.

Landsverk ruddar nú vegin, og væntast hann opin aftur sum vanligt seinnapartin í dag.

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini á Landsverki, á tel. 290 881.

Úrslit: