- Tá ið vit skuldu gera eina bók um Landsverk hugsaðu vit svart, reytt, blátt og gult. Vit hugsaðu asfalt, asfalt og aftur asfalt. Men sum fráleið funnu vit út av, at Landsverk er so nógv annað enn bara vegir og asfalt. Tað vóna vit at hendan bókin vísir.
Hetta segði Niels Arge Galan frá lýsingarfyritøkuni Sendistovan, tá ið bókin “Mynstur broytast” varð løgd fram á tíðindafundi fyrrapartin.
Sendistovan hevur sniðgivið bókina og Galan duldi ikki fyri, at hetta er ein øðrvísi bók, sum fyritøkan er errin av. Ein bók, sum gevur eina breiðari mynd av Landsverki.
-Fimmoyra fall, tá ið eg las ein meyl frá Oyvindi Brimnes, stjóra. Hann skrivaði, at tað áhugaverda er ikki at lýsa hvussu fortreytirnar – infrakervið og bygningarnir – eru gjørdar. Men heldur at greiða frá, hvat arbeiði hjá Landsverki er fyritreyt fyri.
Stóran týdning
- Landsverk er ein stovnur sum hevur havt stóran týdning fyri samfelagið, segði Firouz Gaini, mannfrøðingur, sum hevur skrivað “Mynstur broytast” saman við Helga Jacobsen, blaðmanni.
Landsverk hevur sett síni týðiligu fingramerki á samfelagið - bókstaviliga og í fluttari merking. Og tí er tað júst eitt fingramerki, sum prýður tað hvítu bókapermuna við teirri grønu yvirskriftini.
-Tað er hent eitt umskifti á stovninum tey seinastu árini. Fyrr var ein vegur ein vegur og ein tunnil ein tunnil. Seinastu árini hevur stovnurin roynt at arbeitt meira breitt, í samvinnu við aðrar partar av samfelagslívinum, har tikin verða nógv ymisk fyrilit, sigur Gaini og peikar á pennin frá Landverki, sum hann hevur í hondini. Pennurin er grønur.
Virksemi hjá Landsverki hevur ávirkan bæði á umhvørvi og náttúru, mentan, samleika, trivna, búsetingarmynstur og sosial viðurskifti. Hetta roynir stovnurin at virka eftir. Hann roynir at lýsa sín leiklut í mun til samfelagið – har mynstrini broytast støðugt, sigur Gaini.
Dustið er burtur
-Upprunaliga hevði eg varhugan av, at Landsverk var bara asfalt og betong, ein heldur støvutur almennur stovnur. Men tann fatanin er broytt, síðani eg havi fingið betri innlit í stovnin, segði Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna, tá ið hon fekk handað tað fyrstu signeraðu bókina.
Landsstýriskvinnan fegnaðist um, at søgan um Landsverk nú finst millum permur og helt, at stovnurin hevur ment seg til ein “dynamiskan stovn, sum lítir frameftir”.