01-10-2008
Lógvatak móti motorsúkkludeyða
FERÐSLUTRYGD: Ferðslutrygdarráðini í Norðurlondum eru samd um at taka lógvatak til tess at minka um talið á teimum, sum doyggja í vanlukkum við motorsúkklum. Talið er lutfalsliga høgt.

Herfyri var árligi ferðslutrygdarfundurin hildin í Oslo, har londini kunnaðu um virksemi sítt í farna ári. Fyri RFF í Føroyum luttóku nevndarformaðurin Høgni í Stórustovu og stjórin Sølvi Reinert Hansen, sum síggjast á myndini omanfyri.

Samtykti yvirlýsing

Fundurin tók eisini stig til eina yvirlýsing. Sambært henni vilja ráðini fyri ferðslutrygd í norðurlondunum økja samstarvið fyri at minka um talið á teimum, ið doyggja í vanlukkum við motorsúkklum, skrivar heimasíðan hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Talið á motorsúkklum á vegunum er økt nógv. Motorsúkklur umboða tó bara umleið 1% av allari koyring í norðurlondum. Men umleið 10% av teimum, sum doyggja í ferðsluni doyggja í vanlukkum við motorsúkklum. So tað er lutfalsliga nógv.

Norðurlendska Ferðslutrygdarráðið, NTR, ætlar at seta ein arbeiðsbólk at gera ítøkilig tilmæli um hvussu talið av óhappum á motorsúkklum kann fást niður.

0 deyð í Føroyum

Null-hugsjónin liggur sum grundstøði undir øllum ferðslutrygdararbeiði í Norðurlondum. Tað vakti tí ans, at føroysku umboðini kundu bera tey gleðiligu tíðindi, at, miðskeiðis í september, tá ráðstevnan varð hildin var eingin deyður í ferðsluni í Føroyum í 2008, skrivar RFF.

Úrslit: