23-10-2009
Ljósskinnari í Hovstunlinum loysnaði
LJÓSSKINNARI LOYSNAÐI: Hósdagin eftir middag varnaðust fólk, at ein partur av ljósskinnaranum í Hovstunlinum var loysnaður og hekk undan loftinum.

Tað var í norðara enda á tunlinum, at upphangið til skinnaran var loysnað. Fólk frá Landsverki fóru beinanvegin í tunnilin og festu skinnaran aftur. Tíbetur stóðst eingin skaði av hendingini, og ljósskipanin fekk heldur ongan skaða; men fyrst í komandi viku verður farið í tunnilin at kanna øll upphangini.

Úrslit: