desember vóru ljósini í Leynatunlinum tendraði. Talan er um eina royndarskipan, sum er sett saman við orkusparandi dioduljósum og vanligum ljósum. Enn eru tað bert dioduljósini, sum eru komin upp at hanga, og arbeitt verður í løtuni við at fáa vanligu ljósini upp.
Men tað vísir seg, at skipanin ikki virkar eftir ætlan enn og at dioduljósini órógva bilførarar. Tí valdi Landsverk í gjár, 15. januar, at sløkkja ljósini soleiðis at ampi ikki framhaldandi stendst av ljósskipanini. Ljósini verða ikki tendraði aftur fyrr enn ein loysn er funnin.