Leynatunlinum arbeiða fólk í løtuni av øllum alvi fyri at fáa nýggju ljósskipanina í tunlinum at virka. Arbeiðið at dagføra tunnilin ger, at tunnilin er stongdur um náttina. Hettar darvar almennu ferðsluni og tí kemur tað dátt við at arbeiðið nú verður seinkað av herverki.
Tvær ferðir
Í tveimum førum hava fólk verið og klipt kaðalarnar av til eina arbeiðslyft. Umframt peningaligt tap hevur hetta seinka teimum, sum arbeiða við ljósskipanini.
Eisini er herverk gjørt á elveitingina til ljósskipanina, sum er fest upp undir loftið. Hendan skipan fær streym frá tveimum transformatorum, sum standa við báðar tunnlismunnarnar. Mánadagin uppdagaðu fólk á staðnum, at onkur hevði klipt ella kvett av streymveitingina, sum gongur frá tranformatorinum Kollafjarðarmegin.
Seinkar arbeiðinum
Landsverk hevur meldað herverkið til politiið. Hendingarnar hava ikki verið til ampa fyri fólk og hava ikki verið nakar beinleiðis trygdarvandi. Hinvegin hevur herverkið seinka arbeiðnum - og tað kemur illa við.
- Tað er umráðandi at ein høvuðsferðsluæðr sum Leynatunnilin ikki er stongd óneyðuga leingi. Tí er tað ógvuliga keðiligt at slíkt sum hettar hendir, sigur Heini Eysturoy, leiðari á Vegadeildini hjá Landsverki, sum biður fólk siga stovninum ella løgregluni frá, um tey varnar onkran, sum er úti í skaðaørindum.