Leynartunnilin er í hesum døgum stongdur fyri ferðslu um næturnar. Orsøkin er at arbeitt verður við teimum fyrstu tiltøkunum at dagføra tunnilin. Arbeiðið, sum í hesum umfari verður gjørt er, at seta upp ljós í tunlinum, stoypa kansteinar og at gera eina frárenningarskipan.
Orkusparandi ljósskipan.
Ljósskipanin, sum er sett upp, er øðrvísi enn skipanin í hinum tunlunum. Talan er um eina royndarskipan, sum er sett saman av vanligum ljósi og dioduljósi.
Nú er komið so langt við dagføringini, at dioduljósini eru komin upp og lýsa fyri ferðsluni. Dioduljósini eru orkusparandi og umhvørvisvinarlig. Um dagin er neyðugt við vanligum ljósum fyri at supplera dioduljósini, hetta tí at skiftið frá dagsljósi til myrkri í tunlinum gerst bleytari. Restin av ljósskipanini verður væntandi sett upp í komandi ár.
Arbeiðið við at dagføra tunnilin heldur væntandi fram til jóla, og verður, um alt gongur sum ætlað, tikið uppaftur komandi ár. Eftir at gera, er liðugtgerð av ljósskipanini, umframt m.a. luftskiftisskipan, hoyrilíkindi til útvarpið, eldsløkkjarar og neyðtelefonum.
Meðan arbeiðið at dagføra Leynatunnilin fer fram, er tunnilin stongdur fyri ferðslu um náttina millum klokkan 22.00 og 06.00. Tó sleppur ferðslan gjøgnum tunnilin kl. 24.00, 02.00 og kl. 04.00.