Tann 19. januar 2006 skipar Ráðið fyri Ferðslugtrygd fyri "Lívsneyðugari ráðstevnu". Ráðstevnan verður á sjálvum tríati ára degi ráðsins. Endamálið við ráðstevnuni er at fáa øll at gera sítt til, at ferðslutrygdin verður sett í hásætið og at samstarv fæst í lag, soleiðis at arbeitt verður so skipað og miðvíst sum gjørligt.
Málbólkur
Ráðstevnan vendir sær til ein breiðan hóp, sum onkursvegna er knýttur at arbeiði við, ella hevur áhuga í, einum væl skipaðum ferðslupolitikki og fyribyrgjandi ferðslutrygdararbeiði. Eitt nú politikarar hjá landi og kommunum, embætisfólk hjá somu, ingeniørar, arkitektar og onnur, ið fáast við planlegging og bygging av ferðslunetinum, politi, akstovur, bilasølur, tryggingar-feløg, ymiskir felagsskapir. Annars eru øll fólk, ið hava áhuga í evninum, sjálvandi eisini vælkomin.
Skrá:
Vælkomin!
Rúna Sivertsen, forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd
Ráðstevnan verður sett!
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður
Null-hugsjónin - utopi ella veruleiki?
Thomas Carlson, NTF, Svøríki
Cities for People - er tað nú so?
Lars Gemzoe, Gehl Architects
René la Cour Sell, stjóri fyri Rådet for Større Færdselssikkerhed í DK. Um úrslitini av klippikortskipanini í Danmark. Virkar hon eftir ætlan?
Ferðslumentan er meira enn bara ferðslumentan.
Eyðun Andreassen, professari
Filmsklipp - Frumframførsla av filmi um ferðslu í Føroyum
Kovboyfilm
Kjak í paneli - Hvussu skal ferðslutrygd skipast í Føroyum?
Upplegg: Jón Kragesteen, dagligur leiðari RFF
Óluvu Zachariassen, fjølmiðlafólk á ÚF er orðstýrari
Staður: Norðurlandahúsið
Dagur: 19. januar 2006 kl. 8.30 - 16.00
Kostnaður: kr. 1.950,- mvg. frítt
Íroknað: Ráðstevnan, morgunmatur, 2 x kaffi og frokostur. Harafturat fyrilestrar, íblástur og møguleiki at netverka.
Tilmeldingarfreist: Opið er nú fyri tilmeldingum fram til 16. januar - ella so leingi pláss eru eftir!
Synergi samskipar ráðstevnuna fyri RFF!