15-10-2008
Lítil játtan oyðileggur vegirnar
VIÐLÍKAHALD: Samstundis sum kostaðarstøði í samfelagnum er hækkað og trýstið á landsvegirnar er økt er almenna játtanin til at viðlíkahalda vegirnar í Føroyum lækkað síðani 1996. Úrtslitið er at vegirnir falla í órøkt, staðfestir frágreiðing.

Slitið er økt. Vegakervið er vaksið. Og rakstrarútreiðslurnar hjá landinum eru hækkaðar. Vælferðin hevur sett síni týðiligu spor á føroyska samfelagið síðani uppgangstíðirnar byrjaðu miðskeiðis í 90-unum.

Men við teirri almennu játtanini til at viðlíkahalda føroysku landsvegirnar hevur tað gingið beint øvugtan veg.

Viðlíkahaldsjáttan minkað
Ì tíðarskeiðnum 1996 til 2007 minkaði játtanin til viðlíkahaldið av landsvegunum umleið 15 prosent. Tað hendi samstundis sum rakstarútreiðslurnar á fíggjarlógini øktust 76 prosent.

'Hetta staðfestir frágreiðingin “Fíggjarliga gongdin í játtaninini til “Hald av landsvegum árini 1996 til 2007, sum Landsverk hevur gjørt.

Við øðrum orðum hevur haldið av landsvegunum í Føroyum fingið alsamt minni lut í teimum øktu rakstrarútreiðslununum hjá tí almenna, vísir frágreiðingin, sum er latin Innlendismálaráðnum, sum Landverk hoyri undir.

Størri slit
Búskaparvøksturin, sum verið hevur síðani seinnu helvt av 90-unum hevur gjørt at alt fleiri bilar eru komnir til landið. Og fleiri bilar merkja at vegirnir slítast meira.

Frágreiðingin vísir, at samstundis sum almenna játtanin til viðlíkahaldið er minkað 15 prosent so er slitið á vegirnar umroknað til krónur sama tíðarskeið økt eini 26 prosent. Harafturat er vegakervið eisini vaksið nakað í kilometrum.

Hesi viðurskifti hava økt gloppið millum játtanina og tann veruliga tørvin á víðlíkahaldið uppaftur meira.

Bara helvtin
Almenna játtanin til viðlíkahald av landsvegunum er umleið 50 milliónur krónur. Men skuldi hon fylgt gongdini annars – t.v.s. útreiðsluøkingini á fíggjarlógini, øktum sliti og øktari vegalongd - so skuldi játtanin av røttum verið dupult so stór, vísir frágreiðingin.

Ì vegahøpi verður talað um forfall ella órøkt, tá ið umræður viðlíkahald av vegakervinum. Stendur viðlíkahaldið ikki mát við tað støðuga slitið, sum fer fram á vegunum, falla vegirnir snøgt sagt í órøkt.

Tess størri órøktin er tess dýrari verður tað at viðlíkahalda vegakervið. Og rokningin veksur bara fyri hvørt ár, ið gongur, har einki verður gjørt.

Aftur um brekku
Órøktin á vegakervinum í Føroyum er munandi størri enn í grannalondunum, sum eisini nýta lutfalsliga meira pening til viðlíkahaldið.

“Skilligt er at við hesi játtanini vera 50 ár í meðal ímillum, at vegir verða asfalteraðir, meðan livitíðin fyri asfalt er umleið 15 ár” stendur m.a. í frágreiðingini.

Landsverk hevur seinastu árini roynt at rationalistera og effektivisera. Men stovnurin ásannar at tað er trupult at viga upp fyri tí lutfalsligu minking, sum er farin fram í játtanini til viðlíkahald.

Tískil mælir Landsverk til at hækka játtanina 14 milliónur krónur til beinleiðis viðlíkahald og 12 milliónur til at umvæla endurbyggja tunlar og brýr. Ein slík hækking kundi verið ein byrjan til at endurreisa vegakervið og at steðga teirri órøkt, sum hendir av vantandi viðlíkahaldi, stendur í frágreiðingini.

Landsvegakervið er kortini einki eindømi um, at játtanin er ov lítil til at tryggja tað neyðuga viðlíkahaldið. Hetta ger seg eisini galdandi, tá ið talan er um almennar bygningar, havnir og tyrlupallar, sum Landsverk eisini varðar av.

Frágreiðingin um haldið av landsvegunum kann takast niður her: Hald av landsvegum.pdf(87 KB)

Úrslit: