21-04-2021
Lisitatiónsúrslit: Skrivstovubygningur til Sjóvinnustýrið
Búsetur átti besta tilboðið.

Í sambandi við útboðið av heildararbeiðstøkuni at prosjektera og byggja nýggja skrivstovubygningin hjá Sjóvinnustýrinum í Sandavági hevur dómsnevndin viðgjørt tey innkomnu tilboðini.

Landsverk móttók fimm tilboð:

Tilboðsgevi: Samlaður tilboðsprísur
West Tech & Spf. Muller 22.876.064,00 kr.
Búsetur 23.779.651,00 kr.
Fastogn Miðvágur 25.920.000,00 kr.
Articon 25.977.142,00 kr.
Jóan Petur Vang 29.991.138,00 kr.

Tillutanartreytirnar, sum tilboðini skuldu metast út frá, vóru:

- Kostnaður 50 %
- Virkisføri og arkitekturur 30 %
- Bygnaður og tøkniligir førleikar 20 %

Eftir viðgerðina av tilboðunum var tað ein samd dómsnevnd, sum metti, at Búsetur átti besta tilboðið.

Afturat sær hava Búsetur hesar undirveitarar: Zeta Arkitektar, Spenn Ráðgevandi verkfrøðingar, PB Consult, og LM Electric.

Tíðarætlanin er treytað av, nær verklagslógin verður góðtikin í tinginum. Útbjóðingartíðarætlanin sigur, at prosjekteringin byrjar apríl 2021, og at bygningurin skal avhendast ultimo 2022.

Úrslit: