19-03-2009
Lisitatiónsúrslit: Síðupir á Syðradali
LISITATIÒN: Í dag hevur lisitatión verið á skrivstovuni hjá Landsverki. 5 feløg hava boðið seg fram at gera síðupir á Syðradali í Kalsoynni.

dag, kl. 14.00 var lisitatión á skrivstovuni hjá Landsverki, ísv. arbeiðið at gera síðupir í Syðradali í Kalsoynni. Inn komu 5 boð. Lægsta boðið átti SeaStar og var hetta á 879.550 kr. Hægsta boðið átti KANJON Sp/f og var hetta á 1.883.050 kr.

Nú fer Landsverk at taka støðu til boðini, sum eru komin inn.

Innkomnu boðini eru:

SeaStar                                            879.550 kr.

J & K Petersen P/F                        968.717 kr.

Articon P/F                                   1.383.628 kr.

Norðhús Sp/f                              1.793.500 kr.

KANJON Sp/f                              1.883.050 kr.


Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
• Stoyping av umleið 7 metra longum piri niður á 5,5 metra dýpi.
(Um 190 m3 av betongi).
• Uppheinging av fendarapylsum
• Installering av aðrari útgerð

Úrslit: