LISITATIÓNIR: Í dag, fríggjadagin 27. mai kl. 15.00, var lisitatión á Landsverki ísv. gólvumvælingararbeiðið í C - bygninginum á Landssjúkrahúsinum.
Inn komu 4 tilboð, og tey eru:
Arbeiðstakari Tilboðsupphædd
Fa. Eyðfinn Eyðunsson 385.000,-
Sp/f Multigólv 445.600,-
JiimS Gólválegging 533.180,-
Sp/f TG-verk 612.220,-
Í dag kl. 14.00 var lisitatión í sambandi við reinsiverkið á Landssjúkrahúsinum. Inn komu trý tilboð, og hesi eru:
Arbeiðstakari Tilboðsupphædd
Sp/f TG-verk 1.626.792,-
Búsetur 2.403.707,95
Sp/f Jóan Petur Vang 3.562.339,80
Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.