28-05-2010
Lisitatiónsúrslit: Asfaltering í Skúvoy

LISITATIÓN: Lisitatión var kl. 14.00 í dag á Landsverki í sambandi við asfaltering í Skúvoy. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at veita og leggja oljugrús á vegirnar í Skúvoy. Verkætlanin er boðin út í øvugtari lisitatión, skilt á tann hátt, at tann bjóðandi bjóðar uppá, hvussu nógvar fermetrar av vegi kunnu asfalterast fyri kr. 950.000,- u/mvg.

Kommunan í Skúvoy, ið stendur fyri arbeiðinum, hevur saman við Landsverki gjørt ein lista yvir allar vegir, ið skulu asfalterast í Skúvoy. Samlaða fermetratalið fyri hesar vegir er 3.364,25m2, og er hetta ásett út frá uppmátingum av vegunum í oynni, ið vóru gjørdar, áðrenn útbjóðingina.


Lisitatiónsúrslitið:

Arbeiðstakarar

Fermetrar fyri kr. 950.000

Landsverk

3.168 m2 

HJ-Asfalt

3.688 m2


Landsverk og Skúvoyar kommuna fara nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.

Tilboð til borgarar í kommununi
Í sambandi við at tað verður asfalterað í oynni, hevur kommunan sett fram ynski um, at borgarar í kommununi eisini fáa møguleikan at fáa privat tún o.a. asfalterað. Hetta ynski er gingið á møti, og kunnu fólk bíleggja asfaltering í eina viku fram, t.e. til næsta fríggjadag tann 4. juni. Prísurin fyri hesi asfalteringsarbeiðir verður kr. 284,- pr. fermetur uttan mvg. Øll, ið ynskja at fáa tún og líknandi asfalterað, skulu seta seg í samband við Harry Jensen, borgarstjóra í Skúvoy, áðrenn fríggjadagin tann 4. juni.

Úrslit: