dag hevur verið lisitatión á skrivstovuni hjá Landsverki ísv. heildarráðgeving viðv. nýggjan veg omanfyri bygdina í Skálafirði.
Lægsta boðið átti HMP Consult og var hetta á 649.000 kr. Hægsta boðið átti Munin og var hetta á 3.050.000 kr. Munurin á hægsta og lægsta boðið er 2, 4 mió. kr.
Innkomnu boðini eru:
EM Ráðgeving 1.734.000 kr.
Landsbyggifelagið P/F 954.500 kr.
HMP Consult Sp/f 649.000 kr.
Munin Sp/f 3.050.000 kr.
Landsverk fer nú at taka støðu til boðini, sum eru komin inn. Fylgjandi viðurskifti verða tikin við í metingina av einstaka tilboðnum, og telja hesi ein triðing hvør í metingini:
• Samsýningin til heildarráðgevan
• Hvussu projekteringin verður framd
• Bygnaður hjá ráðgevarafyritøkuni
Arbeiðið í høvuðsheitum.
• 2,5 km av nýggjum vegi
• Nýggja brúgv um Fjarðará
• Rundkoyring til íbinding í veg millum Fjarða
• Íbinding við atkomuvegi úr Skálafirði í nýggja Skálavegin
• Pendlarapláss