Mánadagin 28. juni var lisitatión í samband við verkætlan at gera nýggja vatnleiðing til Landssjúkrahúsið. Kostnaðarmetingin var 700.000 krónur.
Tvey tilboð komu inn, og tey eru:
Arbeiðstakarar
Tilboðsupphædd
Fa. Hans Dam
529.542
Sp/f Skarðhamar
965.541
Arbeiðið snýr seg um at leggja nýggja høvuðsvatnleiðing frá J.C. Svabosgøtu fram til bygning 13 (C-bygningur) og bygning 22 (B-bygningur) á Landsssjúkrahúsinum.
Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.