Kl. 12 í dag var lisitatión um Hovstunnilin á Landsverki.
Inn komu tilboð frá teimum 4 samtøkunum, ið herfyri fingu í boði at bjóða uppá arbeiðið at gera Hovstunnilin. Boðini lógu millum kr 125 og 140 mill. Lægsta boð hevði Ístak. Les úrslitini her
Nú fer Landsverk at gera eina kostnaðarætlan útfrá tilboðunum, og har verður íroknað jarðarkeyp, fakeftirlit, byggileiðsla og ókendar útreiðslur. Síðani fer Landsverk at samráðast við lægstbjóðandi um eina avtalu. Ætlanin er, at avtala verður gjørd umleið 1. september 2005.
Bárður Lydersen á Sosialinum hevur tikið myndina.